Seinastu fýra skulu avgreiðast

Seinasta umfarið í bólkaspælinum av Champions League verður í kvøld spælt á leikvallunum kring um í Europa, og millum annað skotska Glasgow Rangers skal royna at spæla seg víðari

 

Av teimum meira kendu liðunum, eru flest øll føroysk eygu vend móti dystunum hjá Manchester United og Arsenal. Hesi bæði ensku stórlið hava longu megnað at vunnið sær víðari luttøku, undan hesum seinasta umfarinum, so tað vera kanska ikki so spennandi uppgerðir í væntu, og tó. Tað er altíð stórur áhugi millum føroyingar, tá hesi lið spæla, og ikki man fara at vera ørðvísi í kvøld.

 

Venjarin hjá Manchester United, Sir Alex Ferguson, hevur fyrr í vikuni tosað um at hann ætlar at stilla eitt sera óroynt lið móti Roma í kvøld, til tess at spara teir føstu á liðnum til oddabrakið í Premier League, komandi vikuskifti. Tí tað hevur fyri so vítt onki at siga fyri United í kvøld. Líkamikið hvat úrslitið gerst, verður United vinnari av bólkinum og Roma nummar tvey.

 

Hjá Arsenal er støðan kanska ein onnur. Teir hava somuleiðis vunnið rætt til víðari luttøku, men teimum høvdu kanska ynskt at liðið fekk eitt fyrsta pláss í bólkinum. So teir fara óivað at spæla fyri sínum møguleika.

 

Aðrastaðni er eitt stórlið sum hálendska PSV í svárum trupuleikum. Teir skulu vinna sín trupla dyst móti bólkavinnarunum úr Inter, samstundis sum turkiska Fenerbahce skal tapa móti botnproppinum CSKA Moskva. Hetta er lítið sannlíkt, men livst so spyrst.