Seinastu atgongumerkini til Ungarns-dystin fara í morgin

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Aðalskrivarin hjá FSF staðfestir, at fólk mugu verða tíðliga úti

Klokkan 10 í morgin fara 1.000 tey seinastu atgongumerkini til HM undankappingardystin ímóti Ungarn til sølu á heimasíðu fótbóltssambandsins. Dysturin verður spældur 6. september á Tórsvølli. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Virgar Hvidbro, aðalskrivara hjá FSF greiða frá mannagongdunum.

 

Í FSF eru tey vís í, at tað verður útselt til dystin, og tí slær Virgar Hvidbro fast, at tað ræður um at verða úti í góðari tíð. Í FSF hava tey tryggjað sær, at eingin brúkari sleppur at keypa meir enn fimm atgongumerki.