Seint í gjár fór sleipibátur út eftir Skálafjørðinum við gamla strandfaraskipinum Tróndi, sum nú eftir hvat skilst er á veg av landinum til upphøggingar.
Sum strandfaraskip gjøgnum mong ár eigur Tróndur nógvar túrar út-og inneftir Skálafjørðinum, men hetta var so hin seinasti.
Tað var í illveðri friggjanáttina hin 25. november í fjør, at Tróndur og Orion slitu á Skála og róku á land á Skipanesi. Seinni vórðu skipini fingin leys aftur úr landi.
Nú er so hendan seinasta ferðin hjá Tróndi byrjað, og við henni verður skipið, sum ein partur av søguni um Strandfaraskip Landsins, ikki at síggja um okkara leiðir meira.
Í fleiri ár hevur Tróndur verið skrásettur sum stuttleikaskip.