Seinasti súludagur útsettur til í morgin

Atlantsflog leingir freistina at bíleggja súluferðaseðalr til í morgin.

 

– Sera nógv trýst hevur verið á telefonunum seinastu dagarnar, nú freistin at bíleggja Súlu-ferðaseðlar skuldi ganga út í dag. Fyri at øll skulu hava møguleika at brúka síni Súlu-kort, so leingja vit freistina at bíleggja Súlu-ferðaseðlar til í morgin 1. februar 2016.

 

Tað skrivar Árni Olsen, marknaðarleiðari hjá Atlantsflog, í tíðindaskrivi í dag.

 

Men freistin at ferðast við Súlu-ferðaseðli er óbroytt. Seinasta freist at ferðast við Súlu-ferðaseðli er 31. mars 2016.