Seinasti partur av Havnarsøgu í bók

Havnar søga 6 verður løgd fram í Múllers Pakkhúsi í dag klokkan 17

Útgávan av 6. bindi av Havnar søgu verður løgd fram í Müllers Pakkhúsi í dag 11. mai 2023 kl. 17.00.

 

Henda bókin er seinasta bindið í eini røð, sum vísir teir mongu og fjølbroyttu tættirnar í Havnar søgu.

 

Søgan um Havnina er søgan um ein savnandi miðstað. Tað er søgan um støðug framstig og betri lívskor. Nógv eru tey fólk, sum hava evnað til tann høvuðsstaðin, vit hava í dag.

 

Henda bókin er seinasta bindið í eini røð, sum vísir teir mongu og fjølbroyttu tættirnar í Havnar søgu. Hon snýr seg um tíðina frá landnámi og upp til okkara dagar.

 

Skráin í Múllers Pakkhúsi er:

 

Sangur og tónleikur við Ingibjørg Hansen og Ólavi Jakobsen

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri, heldur røðu

 

Niels Jákup Thomsen, stjóri á Bókadeild Føroya Lærafelags, ber fram eina heilsan

 

Jens Pauli Nolsø og Kári Jespersen, rithøvundar, greiða frá arbeiðinum at skriva Havnar søgu

 

Matur og drekka verður at fáa á miðhæddini í Müllers Pakkhúsi