Seinasti París-terroristurin tikin

Salah Abdeslam, ein av yvirgangsmonnunum í París 13. novembur, var handtikin í Bruxelles í gjárkvøldið.

Salah Abdeslam, sum er undir illgruna fyri at vera ein av yvirgangsmonnunum aftan fyri álopini móti París 13. novembur, varð í gjár handtikin í Bruxelles. Belgiska løgreglan fekk frænir av, at hann var í eini íbúð í Molenbeek, og tungt vápnaðir løgreglumenn tóku seg inn í íbúðina.

 

Salah Abdeslam varð skotin og særdur í átakinum. Hann og hinir tríggir menninir, sum vóru handtiknir í gjárkvøldið, vóru í morgun útskrivaðir av sjúkrahúsinum, har teir hava fingið viðgerð fyri sínar skaðar.

 

Hinir tríggir handtiknu eru allir í familju og eru nú ákærdir fyri at hava fjalt Salah Abdeslam.

 

 

Forsætismálaráðharrin í Fraklandi, Francois Hollande, sigur, at hann fer at biðja um, at Belgia letur Salah Abdeslam frá sær, so at hann kann standa til svars fyri sínar illgerðir í Frankaríki.

 

Molenbeek er vorðið kent, sum ein býarpartur, har radikalt islam hevur góðan gróðrarbotn. Salah Abdeslam er uppvoksin í býarpartinum og hevði eina barr saman við beiggja sínum, Ibrahim, sum sprongdi seg sjálvan í luftina uttan fyri eina matstovu í París 13. novembur. Abdelhamid Abaaoud, sum verður mettur at vera høvuðsmaðurin handan atsóknina í París, var eisini úr Molenbeek og var ein barndómsvinur hjá Ibrahim og Salah Abdeslam. Abaaoud varð dripin í París-býarpartinum Saint-Denis, fimm dagar eftir yvirgangsálopini í París.

 

Longu týskvøldið var um reppið, at belgiska løgreglan fekk fatur á Abdeslam. Tað var í eini atsókn móti eini íbúð í býarpartinum Forest. Ein 35 ára gamal algeri varð dripin og fýra løgreglumenn særdir í løgregluatsóknini, men tveir menn sluppu til rýmingar. Helst var Salah Abdeslam ein teirra.