Seinasti møguleiki hjá mær

- Eg havi ikki hugsað so nógv um sólarmyrking, men nú eri eg blivin spentur til fríggjamorgunin, sigur Kári P. Højgaard, løgtingsmaður.

Ert tú spentur til sólarmyrkingina?

 

- Eg havi higartil ikki hugsað so nógv um hesa sólarmyrking, men nú eri eg blivin spentur til fríggjamorgunin. Langt er ímillum slíkar hendingar, og tí verður hetta seinasti møguleiki hjá mær at uppliva hesa serstøku fullu sólarmyrking.


 

Hvar fert tú at verða, og hvat fert tú at gera fríggjamorgunin?

 

- Løgtingið er ikki saman, so eg ætli mær at njóta løtuna saman við familjuni uttandura, um veðrið er til vildar.


 

Skilir tú, at útlendingar í stórum tali koma til Føroya at síggja hesa sólarmyrking?

 

- Nei, eg skilji ikki, at hendan hending dregur so nógvar útlendingar til Føroyar. Møguliga er tað spenningurin at royna nakað serstakt, ið ein kann goyma í minninum og seinni venda aftur til. Eisini hevur nógva umtalan av Føroyum, sum besta oyggjaland í heiminum at vitja, gjørt sítt til at óvanliga nógv fólk leita sær higar fríggjadagin.


 

Hevur tú upplivað/ hoyrt um aðrar sólarmyrkingar í Føroyum?


 

- Ja, eg havi hoyrt um sólarmyrkingina í 1954. Eg var bert bert 3 ára gamal tá, so eg minnist einki til hesa hending - uttan tað, sum mær er sagt frá av øðrum fólkum, sum vóru meira tilkomin og mintust hendingina, sigur Kári P. Højgaard, løgtingsmaður.