Seinasti møguleikin verður í morgin

SMS-dagbókin, 6. teinur: Torkil Veyhe royndi seg við útbrotum í dag, men tað gekk ikki.

Sætti og næstseinasti teinur í Tour de Normandie er av. Torkil Veyhe og teir úr Riwal Readynez royndu seg við nøkrum útbrotum í dag, men eingin fekk loyvi at sleppa avstað, og feltið kom savnað á mál.

Torkil Veyhe sigur í SMS-dagbókini, sum kann lesast niðanfyri, at hetta helst var seinasti møguleikin at gera tær stóru skreytirnar í samlaðu kappingini. Teir fara tó at royna aftur í morgin.

Teinin í dag vann norski Trond Håkon Trondsen frá Team Coop.

in.fo: Hvussu gekst í dag?

Torkil Veyhe: Eftir ”ætlan”. Tobias (Kongstad, red.) rakti útbrotið, men bleiv heintaður aftur eftir umleið 90 kilometrar. Eg var við í smærri bólkum inn ímóti málinum, men eingin fekk reiðiliga møguleikan at koma ordiliga avstað. Kim Magnusson og Jonas Aaen vóru við bólkinum heim, meðan eg rullaði síðsta pettið. Væntandi er aftur ein møguleiki í morgin.

in.fo: Fingu tit nakað stórt glopp?

Torkil Veyhe: Ikki so stórt, nei. Tað størsta var eini 10-20 sekund.

in.fo: Hvat manglaði í fyri at útbrotini skuldu halda heim?

Torkil Veyhe: Tað er ofta eitt taktiskt spæl. Tað eru fleiri, ið antin vilja við, ella ikki halda tað vera gott fyri teirra lið, og so verður tað koyrt innaftur. Tað eru helst 129 mans, ið vilja vinna hvønn dag, so tað er ikki bara sum at siga tað.

in.fo: Hvussu eru líkindini nú fyri at fáa Jonas Aaen at enda frammarliga samanlagt?

Torkil Veyhe: Tað skuldi verið í dag, um tað stóra skuldi broytast. Teinurin í morgin sær ikki út til at vera so harður, so tað verður ringt at gera nakað vilt, men vit kunnu bara blíva positivt yvirraskaðir.

in.fo: OK. Góða eydnu í morgin!

Torkil Veyhe: Takk!

Á seinasta teininum í morgin verða súkklaðir 150 kilometrar úr Saint-Lo til Caen.

 

Lesið eisini:

SMS-dagbókin, 1. teinur

SMS-dagbókin, 2. teinur

SMS-dagbókin, 3. teinur

SMS-dagbókin, 4. teinur

SMS-dagbókin, 5. teinur