Seinasti møguleikin er í morgin

Seinastu dagarnar hevur ikki viðrað nakað serligt. Í dag er 8. september, og nú verða ikki nógvir nátadagar aftrat.

Seinastu 12-14 dagarnar hava menn kring landið verið á nátaveiði, har ungi fuglurin, sum flýgur úr reiðrinum og setur seg á sjógvin, verður tikin við glúpi.

 

Flestu, sum hava tikið náta á sjónum í heyst, vildu ivaleyst, at dagarnir vignaðust enn betri til veður, enn teir gjørdu. Og tó; tað vóru eisini løtur hesar dagar, har nógvur náti kundi takast.

 

Seinastu dagarnar hevur ikki viðrað nakað serligt, og lítið er komið burturúr. Í dag er 8. september, og nú verða ikki nógvir nátadagar aftrat í hesi vertíðini.

 

Kanska ein, kanska eingin.

 

Um veðrið til morgindagin sigur www.dmi.dk, at vindurin fer at liggja millum 5 og 10 metrar um sekundið, og hann verður høgur í ættini.

 

Í annaðkvøld minkar hann vindin niður í 3-8 metrar um sekundið, og sum náttin gongur, snarar hann í ein landsynning ella eystan.

 

Ymiskt er, hvussu nátadagarnir hava roynst. Frætt er frá monnum, sum hava gjørt góðar dagar, men frætt er eisini frá monnum, sum ikki eru so væl nøgdir við vertíðina.

 

Fyri at fáa nakað burtur úr á nátaveiði er avgerandi, at lotið ikki er ov frískligt, tí tá flýgur fuglurin, soleiðis at ikki fæst fatur á honum. Og nú so nógv er útliðið, er veðrið altavgerandi.