Seinasti møguleiki at síggja Ginusøgur

Nógv umtalaði leikurin Ginusøgur hjá Grímu kemur nú aftur til Havnar, og hava tey, sum enn ikki hava sæð leikin, enn ein seinasta møguleika til at síggja hann

»Leikurin, sum øll hata at elska, og summi elska at hata kemur aftur til Havnar«, sigur Gríma í tíðindaskrivi.
Tað eru ikki nógvir sjónleikir í Føroyum, sum hava fingið so nógva umtalu sum Ginusøgur.
? Summi fáa ilt av tí tey ikki hava sæð, summi fáa ilt bara av plakatini, meðan tey flestu, sum hava sæð leikin, ongastaðni fáa ilt, siga tey frá Grímu.
Og hóast tey nógvu mótmælini, hevur leikurin gingið fyri fullum húsum, fyrst í Havn, og síðani um meginpartin av landinum.
Yvir 4000 fólk hava higartil sæð leikin, og eftirspurningurin minkar ikki, so nú verður leikurin uppafturtikin á Gamla Meiarínum. Fyribils eru fýra sýningar settar á skránna. 5. og 6. desember klokkan 20 og 7. og 8. desember klokkan 18. Er undirtøkan nóg stór, verður møguliga hildið fram.

Myndatxt: Ginusøgur verða nú aftur á skránni í Havn, og er tað seinasti møguleiki hjá teimum, sum ikki hava sæð leikin at finna útav, hvat gongur fyri seg handan leiktjaldið