Flogbóltur - menn
Tey fimm liðini hava kappast í seks mánaðir ella har á leið, og so verður alt avgjørt seinasta leygardagin í kappingarárinum. Tað kundi ikki verið betri lagt til rættis, og slett ikki, tá hugsað verður um, at avgerðandi dystirnir báðir, verða leiktir innan fyri ein kilometur. Í Gundadalshøllini og í auluni í Eysturskúlanum.
Tað er lítið at ivast í, at tað verður nógv virksemi í og uttan fyri hallirnar báðar í Havn seinnapartin. Fleyr og Fram hava kappast í alt ár um hetta vælsignaða meistaraheitið, og nú bara nakrir heilt fáir tímar eru eftir, standa teir meira ella minni og togtogast um steypið. Skal tað niðan í Gundadalshøllina ella skal tað oman í Eysturskúlan.
Tað er Fleyr, sum hevur bestu kortini á hondini og á pappírinum eru tað eisini teir, sum hava lættasta dystin at spæla. Rætt er helst, at Mjølnir er lættari mótstøða enn ÍF tá liðini eru fullmannaði, men veruleikin er, at Fram helst fær ein væl lættari dyst enn teir áttu at fingið í dag. Vist er í øllum førum, at Boban Ilic hjá ÍF ikki verður við, og ivasamt er, um Bartal Eliasen verður tøkur. Fótbólturin er aftur farin á rull, og er kavin so mikið burtur at tað verður spælt, verður hann helst at finna har í staðin.
Tí er uppgávan hjá Fleyr helst munandi trupulari enn uppgávan hjá Fram. Mjølnir kemur undir øllum umstøðum til Havnar við sterkastu manning, og tí fáa Jan og hansara menn ein skarpan gang tá teir skulu toyggja seg eftir FM-steypinum.
Men alt hetta er Jan Hentze greiður yvir, og hann góðtekur, vegna liðið, leiklutin.
- Vit mugu vísa, at vit kunnu vinna dystin. Tað er einki at ivast í, at vit eru favorittar, og tá vit hava gongdina hjá okkum í huga, mugu vit bara góðtaka at so er, sigur hann.
Men tað merkir tó ikki, at hann væntar, at Fleyr fær ein lættan sigur. Hann er nevniliga fullvísur í, at klaksvíkingar koma í Gundadalshøllina við tí málsetningi, at gera alt fyri, at Fleyr ikki vinnur dystin, og tí er tað upp til Fleyr at vinna dystin.
- Tað var eisini orsøkin til, at vit fegnir vildu vinna dystin móti SÍ seinasta vikuskiftið, tí so lá einki trýst á okkum til henda seinasta dystin. Vit taptu og tí hava vit alt trýstið á okkum nú og tað mugu vit góðtaka, sigur Jan, sum tó heldur, at manningin á Fleyr liðnum hevur nóg drúgvar royndir til sjálvir at kunna avgerða meistaraheitið.
- Vit hava nógvar royndar menn og tað eigur at geva okkum ein fyrimun. Hinvegin hava ungu menninir eisini roynst stak væl í ár, og tað kann gera sítt til, at teir spæla uttan nervar. Vit fara í hvussu er at gera okkara til at vinna, sigur hann.
Fleyr liðið, sum fer á vøllin í dag, er ikki heilt tað sama, sum væntað var. Vit høvdu roknað við, at Steinar Eirikstoft, sum gongur í skúla í Danmark, fór at koma heim til henda dystin, men tað kemur hann ikki. Hann er úti og ferðast við skúlanum og tí er hann ikki tøkur fyri Fleyr. Tað vil siga, at Jóannes Eidesgaard fer inn á miðjuna at spæla meðan Bergur Olsen fer á diagonalin. Um hetta er nóg mikið, ja, tað fáa vit at síggja seinnapartin í dag.