Seinasti kapittulin hjá Leicester?

Champions League: Í kvøld er sannlíkt, at ævintýrið hjá Leicester er av

Í mai mánaði framdi Leicester City størsta bragdið í Premier League søguni, tá felagið púra óvæntað vann enska meistaraheitið. Í hesum kappingarárinum hevur liðið hildið lív í ævintýrsøguni í Champions League, men í kvøld hevur felagð veruliga brúk fyri einum bragdi afturat, um hetta ikki skal verða seinasti kapittulin í ævintýrsøguni um Leicester City á hesum sinni.

 

Fyrstu av seinnu fjórðinsfinalunum í Champions League eru í kvøld. Í Madrid tekur Real Madrid móti Bayern Munchen. Heimaliðið vann fyrra dystin 2-1 og er tí favorittur at vinna seg víðari, men tað verður torført at undirmeta Bayern Munchen.

 

Í Leicester kemur Atletico Madrid á vitjan. “Lítla” liðið í Madrid hevur verið í Champions League finaluni tvær ferðir seinastu trý árini, men tapt báðu ferðir fyri grannunum úr Real Madrid. Atletico Madrid vann fyrru fjórðingsfinaluna 1-0 á Leicester. Talan var um brotsspark, sum sjónbandamyndir vísa, átti at verið eitt fríkspark heldur enn brotsspark.

 

Tað merkir, at Leicester skal í minsta lagi skora móti liðnum, sum seinnu árini hevur sligið Barcelona og Bayer Leverkusen út tvær ferðir, umframt Bayern Munchen, Chelsea, Milan og PSV eina ferð. Atletico Madrid hevur heldur ikki tapt við meiri enn einum máli á útivølli í Champions League í seinastu 21 royndunum. Tí hava veddingarfyritøkurnar Atletico Madrid sum favoritt at vinna seg víðari.

 

- Tær hava mistikið seg fyrr, so vit vóna at tað er støðan aftur hersa ferð, sigur Craig Shakespeare, núvernandi venjari Leicester.

 

Hann var í venjaratoyminum, tá Leicester til odds fimm túsund vann Premier League. Tað hevur ikki gingið so væl í Premier League síðani søguliga dagin í mai mánaði, og tað hevur milllum annað kostað Claudio Ranieri starvið sum venjara. Nú er mótbrekkan aftur stór, men í Leicester trúgva teir upp á undurverkið – Leicester er jú eitt undurverk sum enskur meistari.

 

Champions League 1/4 finalur:

Leicester (0) – (1) Atletico Madrid (19.45)

Real Madrid (2) – (1) Bayern Munchen (19.45)