Seinnapartin í dag spælir A-landsliðið í hondbólti hjá kvinnum seinasta EM-undandystin á hesum sinni. Dysturin, sum er móti Svøríki, verður spældur í Örebro klokkan 15:00.
Tá føroysku hondbóltskvinnurnar spældu móti Svøríki á heimavølli í oktober í fjør, vann svenska liðið sannførandi. Úrslitið var 33-15.
Fyrr í vikuni tapti føroyska liðið móti Serbia, sum vann 33-17 móti Føroyum í høllini á Hálsi mikukvøldið.
Undan seinasta umfarinum í bólki trý í dag, er greitt, at Svøríki og Serbia hava spælt seg til EM-endaspælið, sum verður í Fraklandi í desember. Serbia og Svøríki eru fremst í bólkinum við átta stigum hvør. Makedonia hevur fýra stig, og Føroyar eru aftast við ongum stigi.
EM-endaspælið í hondbólti hjá kvinnum verður í Fraklandi frá 29. november til 16. desember.
Dysturin millum Svøríki og Føroyar verður stroymdur á www.ehftv.com frá klokkan 15:00.