Kurvabóltslandsliðið hjá Føroyum, ið fyri fyrstu ferð er við á oyggjaleikunum, spælir í dag tann seinasta dystin til oyggjaleikirnar.
Dysturin er ímóti Gotlandi, og byrjar klokkan 13:30.
Í gjár spældi kurvabóltslandsliðið ímóti Bermuda, har okkara menn taptu 71-18.
Okkara menn hava sostatt tapt allar dystirnar higartil á oyggjaleikunum, men dysturin í gjár bar bráð um framgongd, tí Bermuda telist millum sterkastu kurvabóltslandsliðini til oyggjaleikirnar.
Úrslitini hjá kurvabóltslandsliðnum higartil á oyggjaleikunum hava verið hesi:
Føroyar-Isle of Wight 35-99
Føroyar-Guernsey 18-110
Føroyar-Bermuda18-75