Seinasti dysturin millum U21 hjá Føroyum og Grønlandi

Í kvøld, mikukvøldið 14. oktober kl. 19 verður dystur millum U21 kvinnulandsliðið hjá Føroyum og kvinnulandsliðið hjá Grønlandi.

 

Hetta er fjórði og seinasti dysturin, sum leiktur verður í sambandi við grønlendsku vitjanina.

 

Føroyar vunnu fyrsta dystin 25-24, meðan Grønland vann næsta 21-23. Triðja dystin vunnu Føroyar 29-23.

 

Í kvøld ber so til at síggja, um Grønland megnar at gera ein vørr afturat.

 

Grønlendska landsliðið fer av aftur landinum hósmorgunin.