Seinasti dagur á síla-og laksaveiði

Sambært kunngerð um sila-og laksaveiði, er dagurin í dag - hin 31. august - hin seinasti, har loyvt er at veiða síl og laks við húki í áum og løkum.

 

Í áum og løkum er ongantíð loyvt at veiða við øðrum enn húki, men frá 1. september er eingin síla-og laksaveiða yvirhøvur loyvd í áum og løkum fram til 30. apríl.

 

Í tíðini, tá loyvt er at fiska í áum, skulu sjósíl ella laksur, sum eru minni 30 cm., ikki takast, men sleppast út aftur.

 

Í dag vóru menn og fiskaðu síl við húki í Stórá í Trongisvági og veiðan av sílum, sum vóru yvir 30 cm., vóru tvey í tali, soleiðis sum myndin vísir.