Hægstirættur í Íslandi dømdi í dag høvuðsmannin í tí sokallaða Baugur-málinum, Jón Ásgeir Jóhannesson, eitt árs treytaða fongsulsrevsing og at rinda 62 milliónir íslendskar krónur í sekt fyri brot á skattalógina.
Í sama máli fekk Trygvi Jónsson hálvtannað ár treytaða fongsulsrevsing og 32 milliónir í bót.
Teir báðir eru fyrr dømdir í rættinum í Reykjavík, men tá vórðu teir ikki dømdir at rinda bót.
Dómurin í dag er tann seinasti í Baugur-málinum, sum byrjaði longu í 2002. Ákæran, sum endaði við dómi í dag, er frá 2008.