Seinasti bygdarráðsfundurin í Leirvík

Í kvøld verður tann seinasti bygdarráðsfundurin í Leirvíkar kommunu Í kvøld klokkan 19.30 verður tann seinasti bygdarráðsfundurin í Leirvíkar Kommunu, og sum vanligt hevur verið, verður eisini tann seinasti fundurin í bygdarráðshúsunum á Kulibakka, skrivar kommunan á heimasíðuni.

Leirvíkar Kommuna varð skipað í 1918 og er sostatt 90 ár í ár. Men á nýggjárinum fer kommunan í søguna, tí tá leggja Leirvíkar Kommuna og Gøtu Kommuna saman í Eysturkommunu.

Tey, sum manna tað seinasta bygdarráðið í Leirvíkar kommunu, eru Dánjal Andreasen, Poul A. Joensen, Ólavur Sjúrðarberg, Jóhan Christiansen, Randi í Jógvanstovu, Joen M. Rasmussen og Fríðgerð Heinesen, sum er borgarstjóri.

Tríggir av bygdarráðslimunum í Leirvík halda fram í bygdaráðnum í Eysturkommunu. Tey eru Jóhan Christiansen, Fríðgerð Heinesen og Joen M. Rasmussen.