Tann seinasti Bee Gees sangarin Barry Gibb vil nú aftur á pallin. Hann er tann seinastu av Gibb beiggjunum, sum enn er á lívi. Og hóast tað hevur verið ein trupul tíð fyri hann, síðani hann misti beiggja sín Robin Gibb í mai, so staðfestir Barry Gibb, at hann aftur vil á pallin.
Beiggjarnir vóru upprunaliga fýra í tali, men longu í 1988 misti familjan Andy Gibb, sum ikki var partur av Bee Gees, men sum kortini var ein tónlistarligur maður.
Í 2003 doyði Maurice Gibb, og í ár doyði Robin Gibb, og tí er altso einans Barry eftir í dag.
Hann hevur ætlanir um at gera eitt sokallað come-back sum einstaklingur.
- Eg vil halda fram við tónleikinum, og óansæð hvørjum palli eg standi á, so veit eg, at teir tríggir eru við mær, sigur hann á Twitter síðu sínari.
Hann takkar eisini fyri stuðulin hann hevur fingið, síðani familjan misti Robin Gibb.
- Øll familjan er sera takksom fyri stuðulin í hesari ringu tíðini. Eg fari at sakna mínir beiggjar ótrúliga nógv. Eg vil eisini persónliga takka teimum, sum hava fylt okkum gjøgnum árini, og sum hava lurtað eftir okkara tónleiki kring allan heimin, sigur hann.