Seinasti arbeiðsdagur hjá Lars í Djóralæknastovuni

Lars Mohr Nielsen takkaði í gjár fyri seg á Djóralæknastovuni í Havn.

 

Soleiðis stóð at lesa á facebook-vanganum hjá Djóralæknastovuni í gjár:

 

Tað verður stórur saknur í hesum dugnaliga djóralækna, og tað er ein stórur missur fyri okkum øll, - bæði 2-, 3-, og fýrbeintu

 

Lars stovnaði annars Djóralæknastovuna, og hevur verið ímyndin av henni líka síðani. Hansara nærlagni og stóri kærleiki til djórini hava drivið Djóralæknastovuna, til har hon er í dag.