Málið um støðuna hjá tí danska málinum í Føroyum var at kalla einasta stríðsmálið undir 2. viðgerð av lógunum, og spurningurin um sjálvstøðuga limaskapin hjá Føroyum og Grønlandi í NAMMCO hevur eisini verið ein av áhugaverdu spurningunum undir viðgerðini.
Fólkatingið ósamt við Fogh
Málið viðvíkjandi støðuni hjá tí danska málinum í Føroyum gjørdist eitt mál, sum teir donsku fólkatingslimirnir vóru upptiknir av. Og teir vóru ikki allir samdir við tulkingini hjá forsætisráðharranum, Anders Fogh Rasmussen.
Forsætismálaráðið hevur knýtt støðuna hjá tí danska málinum at stjórnarskipanarlógini (statsforfatningen), og tað vóru serfrøðingar, ið vórðu kallaðir til opna hoyring í politisku-búskaparligu nevndini, ikki samdir við ráðnum í.
Nevndin sendi forsætismálaráðharranum fleiri spurningar viðvíkjandi hesi lógini, og ein av hesum spurningum snúði seg um tað danska málið í Føroyum og Grønlandi.
Forsætismálaráðharrin varð biðin um at greiða frá, hvussu hann var komin fram til, at nýtsla av tí danska málinum varð knýtt at stjórarskipanarlógini, og at tað ikki kann yvirtakast av føroyskum myndugleikum.
Soleiðis svarar forsætismálaráðið spurninginum: ?Særligt med hensyn til visse sprogforhold har regeringen i lovforslaget lagt den opfattelse til grund, at spørgsmålet om anvendelse af sproget dansk ikke kan overlades til de færøske myndigheder, og at det bl.a. følger af rigsenheden, at borgerne ikke i visse dele af riget kan afskæres fra at anvende sproget dansk i offentlige forhold??
Forsætismálaráðið heldur fast við, at tað danska málið hevur framíhjárætt í ríkinum, og at allir borgarar til eina og hvørja tíð skulu kunna venda sær til myndugleikarnar á donskum. Tí verður hetta málið knýtt at ríkiseindini, og tað kann tískil ikki yvirtakast av føroyskum ella grønlendskum myndugleikum.
Orðingin viðvíkjandi tí danska málinum í ríkinum stendur annars í viðmerkingunum til lógaruppskotið.
Viðvíkjandi tí sjálvstøðuga limaskapinum hjá Føroyum og Grønlandi í NAMMCO hevur danska stjórnin gjørt greitt, at hetta er eitt mistak, ið ikki verður endurtikið.
Hetta er eitt mál, ið Høgni Hoydal fleiri ferðir hevur víst til í sambandi við spurningin, hvørt Føroyar hevur rætt at gera millumtjóða avtalur.










