Føroyska landsliðið venur í kvøld fyri seinastu ferð undan landsdystinum móti Eysturríki í annaðkvøld. Undan venjingini verður tíðindafundur á Ernst Happel leikvøllinum.
Hópurin kom til Eysturríki mánadagin og hevur havt góða tíð og umstøður at fyrireika seg í. Nú er tíðin komin til at leggja hond á seinastu fyrireikingarnar. Daniel Udsen mátti gevast til venjing seinast, men fyri uttan tað, so ljóðar at allir menn eru klárir til uppgávuna.
Eysturrísku bløðini hava alla vikuna havt tilfar um Føroyar í útgávunum. Í dag er heldur einki undantak. Fjølmiðlarnir hava víst venjinginum stóran ans og tað verður helst eisini tilfeldið í kvøld á Ernst Happel leikvøllinum.
Mynd: (www.fsf.fo)










