Stórur spenningur er um løgtingsvalið týsdagin. Í Sosialinum í morgin verður nýggjasta og helst seinasta veljarakanningin fyri valið kunngjørd.
Tað er Fynd, sum hevur gjørt kanningina fyri Miðlahúsið og Kringvarpið.
Tað eru næstan trý ár síðani, at ein veljarakanning var, sum gav samgonguflokkunum meirluta. Tað var kanning 9. november í 2012. Síðani tá eru gjørdar 12 kanningar, sum allar hava givið andstøðuni meiriluta á tingi.
Í kanning í apríl hevði andstøðan rættiliga greiðan meiriluta, 20 tingsessir móti 13 til samgonguna. Men tær kanningar, sum eru gjørdar síðani valið varð skrivað út hava givið samgonguni heldur frægari undirtøku, tó at andstøðan í øllum trimum kanningum hevur vunnið greitt, so hevur munurin verið 14-19 í fyrstu kanningini og 15-18 í tveimum teimum næstu.
Seinasta kanningin, sum varð kunngjørd í Dimmalætting fríggjadagin, vísti, at Sjálvstýrisflokkurin nú var tungan á vágskálini.
Týskvøldið tá klokkan er farin av 23 fáa vit so seinastu og endaligu »veljarakanningina«, tá úrslitið av løgtingsvalinum fyriliggur.