Í hesi løtu verður ársins seinasta sending av Vágspopp varpað út beinleiðis úr Vágsbotni. Og nógv verður gjørt burtuúr. Síðan klokkan átta á morgni hevur Árni Müller staðið trúgvur við grillina og grillað eitt heilt lambskrov, sum allir vitjandi gestir í Vágsbotni kunnu fáa ein bita burturav.
Onkrar kappingar verða eisini, eitt nú bjóðaði verturin Heri Jacobsen øllum handverkarum oman í býin at kappast í seymsláing og bjálkasaging, har teir kunnu kappast um ein vinning til handverkarar.
Um fólk vilja fáa eina smakkroynd av ársins seinastu sending av Vágspopp, er bara at fara framvið í Vágsbotni.
Heri Jacobsen og Barbara Holm eru vertir í Vágspopp, sum er frá 15 til 17 á Rás 2.