Seinasta tilboð til Tottenham

Sir Alex Ferguson er meira enn vanliga forliptur uppi í álopsspælaranum Dimitar Berbatov, sum spælir fyri Tottenham, og Manchester United hevur roynt at keypa spælaran. Tað hevur ikki eydnast higartil, og United, sum ætlar at styrkja liðið við einum álopsspælara áðrenn freistina 1. september, hevur nú givið Tottenham eitt seinasta boð upp á Berbatov. Tilboðið er 25 milliónir pund.