Eftir at hava ferðast kring landið, fer Tarira annan hvítusunnudag at hava sína seinastu konsert í hesum umfarinum
Kórið endar ferðina í Vesturkirkjuni, mánadagin 2. hvítusunnudag kl. 16.00. Framførd verða 3 sera spennandi verk, eitt eftir Robert White og tvey verk eftir Arvo Pärt. Fyrru konsertirnar eydnaðust væl og gleða sangaranir seg nú til at framføra í Havn. Fýra tónleikarar eru við á konsertini, teir eru Sámal Petersen violin, Nicolas Kapnas bratsch, Jens Chr. Guttesen cello, og Heðin Kambsdal, orgul. Sunleif Rasmussen er kórleiðari, konsertin varir ein tíma uttan steðg og er ókeypis. Hetta er sísti møguleiki at hoyra nýggjan og góðan gamlan kórtónleik framførdan av Tariru á hesum sinni. Í heyst fer Tarira á eina norðurlandaferð og tá komi verður aftur, verður norðurlandaferðsskráin framførd heima.