Seinasta tørn hjá Køhlert

Tom Køhlert virkar nú á fjórða sinni sum venjari í Brøndby. Men nú slær 62 ára gamli venjarin fast, at hetta verður seinasta tørnið hjá sær

– Eg havi ein sáttmála, sum gongur til 2009, men hetta er so seinasti sáttmálin hjá mær. Um eg skuldi fingið sekkin í morgin, so gavst eg sum venjari. Hinvegin kann væl vera, at eg komi at starvast innan okkurt annað enn júst venjarastarvið í Brøndby. Tað vildi í øllum førum verið løgið, um eg ikki longur skuldi út í felagshúsið hvønn dag, sigur Køhlert.