Tunnilsgerð
Áardalur:
Tað verður helst í hesum árinum, at skotið verður igjøgnum til Gásadals, vænta teir, sum arbeiða við tunnilsgerðini niðan í Dalin. Áðrenn jól vænta teir hol á.
Tað skelvir undir okkum, her vit sita í skrivstovuskúrinum hjá Landsverkfrøðinginum í Áardali, meðan sprongt verður einar 270 metrar inni í fjallinum. Tað gongur ein løta, so fer roykurin at koma út úr tunlinum, og so fara lastbilarnir at koyra grótið frá skotinum út og leggja tað niðanvert munnan her í Áardali uttan fyri Bø.
Jógvan Jákup Jacobsen, sum er arbeiðsformaður, greiðir frá, at tað gongur væl at skjóta, hóast ikki so skjótt, sum tað gjørdi í undirsjóvartunlinum.
?Tað kemst einamest av, sigur hann, at her arbeiðir bara eitt hold, vanliga í dagtímunum. Teir eru seks mans til arbeiðis, og teir spreingja í meðal fimm til sjey skot um vikuna. Fyri hvørt skotið nærkast teir Gásadali einar fimm metrar, sigur hann.
Grótið
Tað eru í løtuni bara tveir lastbilar, sum verða brúktir til at koyra út. Væntandi fara teir at fáa einar 75.000 til 80.000 rúmmetrar av gróti út úr tunlinum, greiðir formaðurin frá.
Hetta grótið verður í fyrstu syftu lagt uttan fyri tunnilin, tí ein rættiliga stórur partur, helst eini 62.000 rúmmetrar, skulu brúkast til vegagerðina Gásadalsmegin.
Tá komið er út í Gásadali, verður vegurin lagdur niðan í Dalin, áðrenn farið verður oman aftur í sjálva bygdina. Veglongdin Gásadalsmegin verður umleið hálvanannan kjilometur, sigur hann.
Onkur liggur framvið soleiðis av og á at keypa grót. Eitt nú hevur Bíggjar Kommuna, eins og onkur onnur kommuna í Vágum, víst áhuga. Tað er einamest til útstykkingar, grótið verður nýtt.
Tað hevur onkuntíð verið frammi, at grótið eisini skal brúkast til at leingja flogvøllin við, men tað kennir arbeiðsformaðurin einki til. Tað hann veit, sigur hann, skal tað allarmesta brúkast til vegin í Gásadali.
Roynt fólk
Tað eru royndir menn, sum arbeiða í tunlinum. Sjálvur byrjaði Jógvan Jákup Jacobsen at arbeiða við tunlum í 1979. Hann hevur millum annað verið við til at gera tunlarnar í Kalsoynni, Kunoy, Leirvík, Sumba umframt teir, sum gjørdir eru inn í bergið í Fuglafirði, haðani teir, sum nú arbeiða í Gásadalstunlinum, komu.
Sjálvur tunnilin líkist Kunoyartunlinum. Í grundini sama slag, greiðir Jógvan Jákup Jacobsen frá. Hann er hálvan sætta metur breiður við koyribreyt, sum er halvanfjórða metur breið. Fríhæddin er 4,6 metrar, sum er vanligt í dag. Tað verður bara ein koyribreyt í tunlinum, men fyri hvørjar hálvtannaðhundrað metrar, verður eitt stórt møtipláss.
Tilfarið í fjallinum hevur verið gott at arbeitt við, sigur Jógvan Jákup Jacobsen. Tað er turt, og lítið hevur verið at fóðra. Einar tvær gongir eru teir farnir um, sum tó ikki hava hindrað nevnivert, sigur hann.