Seinasta starvsdag hjá Føroya Tele

Hósdagin 27. november fylti Sverri Biskupstø, byggifrøðingur, í Havn, 67 ár, og var hetta samstundis hansara seinasti starvsdagur hjá Føroya Tele eftir 32 ár á stovninum.

Sverri er klaksvíkingur, foreldrini vóru Rachel, f. Hansen, og Óli Hans Biskupstø, byggimeistari í Klaksvík.

Sum ungur fór hann til skips og sigldi við fiskiskipum og trolarum. Eisini var hann í Grønlandi.

Síðst í 50-unum fór Sverri til Danmarkar, har hann lærdi til byggifrøðing. Hann arbeiddi eisini eina tíð hjá stóru donsku entreprenørfyritøkuni, Nybygg.

Hann kom heim aftur til Føroya í 1966 at arbeiða hjá byggifelagnum Danberg & Joensen. Senni arbeiddi hann sum sjálvstøðugur arbeiðstakari til hann 1. juni 1971, fekk starv hjá Telefonverkinum í sambandi við automatisering av telefonunum. Hann bleiv settur sum byggileiðari av telefonstøðum og mastrum kring alt landið. Fyrsta uppgávan var at seta upp eina støð á Støðlafjalli.

Hetta arbeiði hevur Sverri røkt, til hann seinasta hósdag fylti 67 ár og fór frá fyri aldur. Hann hevur verið við í eini ómetaliga stórari menning av telefon-netinum í Føroyum.

Sverri er giftur við Beintu, f. Joensen, úr Klaksvík, tey hava búð í Havn síðan 1966 og eiga fýra børn, Marjun, sum býr í Kvívík, Rakul, sum býr í Havn, Jógvan, sum í løtuni er undir útbúgving í Kina og Óluvu, sum býr í Danmark. Beinta og Sverri eiga 9 ommu-og abbabørn.