Seinasta skotið verður latið av fríggjadagin

Nú hoyrist ímillum báðar endarnar, og bara 11 metrar eru eftir at spreingja í Eysturoyartunlinum.

Ætlandi verður seinasta skotið latið av fríggjadagin 7. juni, skrivar Eysturoyartunnilin á facebookvanganum.

Í síðstu viku vórðu 83 metrar sprongd ir í alt. Nú eru 11.227 metrar sprongdir í alt.

Í seinastu viku vórðu 44 metrar sprongdir Hvítanesmegin. Í alt eru nú sprongdir 5.274 metrar frá Streymoyarlandinum.

Frá Rundkoyring vórðu sprongdir 43 metrar. Á hesum teininum eru sprongdir 2.175 metrar.