Leygardagin kappast Elspa Mørkøre fyri seinastu ferð sum juniorur. Málið hjá Elspu, nú kapping verður í Esbjerg, er at seta nýtt danskt junior-met í 200 metra blandaðari svimjing. Í kapping herfyri í Århus var Elspa heilt nær metinum, og nú verður so ein seinasta roynd gjørd eftir hesum. Eftir ársskiftið verður Elspa ikki longur roknað sum junior-svimjari.