Seinasta rennitiltakið hjá Treystinum eydnaðist væl

Í dag var seinasta rennitiltakið hjá Treystinum í ár. Tiltakið var hildi á Kalsoynni, og runnið var frá ferguleguni á Syðradali, og til Trøllanes.

Í dag var seinasta rennitiltakið hjá Treystinum í ár. Tiltakið var hildi á Kalsoynni, og runnið var frá ferguleguni á Syðradali, og til Trøllanes.

Hetta er áttanda árið á rað at tiltakið er, og talið av luttakarum er nógv vaksi síðani fyrstu fer.

- fyrstu fer tiltakið var, var í 2007, og tá vóru tað umleið 25 fólk. Seinastu árini hava tað verið út ímóti teimum 100, ið hava verið við, sigur Guttorm Sørensen, næstformaður í Treystinum.

Í ár vóru áleið 80 luttakarar, og fyrireikararnar vóru væl nøgdir. Hóast tiltakið er nokk so norðaliga, so vóru tað eru ikki bert fólk har norðið frá ið luttóku.

- luttakarirnir koma frá øllum Føroyum, og fleiri nýttu hetta høvi til at vitja Kalsoynna fyri fyrstu fer, sigur Guttorm, og leggur afturat at tað eru bæði nýggir og afturvendandi luttakarar á hvørjum árið.

Hóast veðrið ikki var av tí allar besta, so var gott lag á luttakarunum, ið skuldu renna ígjøgnum fýra tunnlar.

- Veðrið hevur onkuntíð verið betri enn tað var, tá ið vit byrjaðu í dag, men rennarir eru ikki særtir so tað bilaði einki, og tá ið vit komu á mál í Trøllanesi gjørdist veðrið betur, sigur Guttorm.

Eftir at renningin var av, var kaffi og køkur á skránni, og eisini kundu øll, ið høvdu hug til tess, fara ein túr at heilsa upp á kópakonuna í Mikladali.

 

Myndin omanfyri er frá tiltakinum í dag, og tað er Jóannes N. Poulsen, ið hevur tikið myndina.