Seinasta korterið var glottin í einum tomum landsdysti hjá føroyska fótbóltslandsliðnum ímóti Kosovo í kvøld, har endaliga úrslitið gjørdist eitt 0-2 tap.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr André Olsen, ítróttarskrivara hjá Miðlahúsinum taka samanum dystin ímóti Kosovo.
André Olsen heldur, at í mun til 2-1 sigurin ímóti Grikkalandi fyri júst einum ári síðani, so var talan um ein rættiliga stóran avriksmun.
André Olsen staðfestir, at spælistílurin hjá landsliðnum passar best við Jóan Símuni Edmundssyni í álopinum, sum kann halda uppá bóltin og fáa hinar við fram á vøllin. Boksspælararnir, sum royndu seg á álopinum í kvøld fingu ógvuliga lítið at arbeiða við.
André Olsen heldur, at hóast Heini Vatnsdal gav avboð hesaferð, so verða allarhelst boð eftir vágbinginum, sum við sínum fysikki kann gera stóran mun á landsliðnum.
Aftaná so stórir profilar, sum Fróði Benjaminsen og Christian Lamhauge Holst eru givnir á landsliðnum heldur André Olsen, at tað er gott, at Lars Olsen hevur havt møguleikan at royna spælarar í tveimum venjingardystum ímóti Kosovo og Liktinstein.