Seinasta hondbóltsumfarið

Í morgin verður seinasta umfarið í landskappingunum í hondbólti, og so eru bara sjálvar finalurnar í Sunset- og Atlantic Airways-kappingini eftir. Í seinasta lagi 13. apríl vita vit so, hvørji lið eru føroyameistarar í hondbólti

Longu undan seinastu dystunum er greitt, hvørji lið møtast í FM-finalunum, so tí er talan um seks landskappingardystir, sum bara skulu spælast, tí eingin teirra flytir nakað avgerandi. Einasti spenningurin er í grundini, um VB ella Neistin skal fáa bronsuna hjá kvinnum, tí har er bara eitt stig millum liðini undan seinastu dystunum.

VB spælir á útivølli ímóti StÍF í høllini á Skála klokkan 13.30,og Neistin hevur klokkan 14.30 heimavøll ímóti Tjaldri í høllini á Hálsi í Havn. Triði dysturin er í KÍ-høllini klokkan 15, har Stjørnan tekur ímóti Kyndli, sum næsta kappingarár verður skift út við VÍF í Sunset-kappingini.

Í Atlantic Airways-kappingini hjá monnunum er alt longu avgjørt, og einki lið flytir seg á stigatalvuni, óansæð hvussu hesir seinastu tríggir dystirnir enda. Í høllini á Skála spæla StÍF og H71 klokkan 15, og hinir báðir dystirnir byrja klokkan 16. VÍF og Kyndil spæla í Vestmanna og Neistin og KÍF spæla í Havn..

 

Finaludagarnir

Teir avgerandi dystirnir, ið nú eru eftir, eru so FM-finaludystirnir. Hjá kvinnum møtast Stjørnan og Tjaldur í finalunum, og hjá monnunum eru finaluliðini VÍF og H71. Hondbóltssambandið hevur nú ásett, hvussu FM-finalurnar verða spældar, og í seinasta lagi 13. apríl er greitt, hvørji lið eru føroyameistarar í hondbólti.

Fyrsta uppgerðin millum Stjørnuna og Tjaldur verður í Runavík tann 8. apríl, og tríggjar dagar seinni, tann 11. apríl, møtast liðini í Klaksvík. Stendur tá á jøvnum, er sjálvandi neyðugt við einari triðju finalu, og hon verður so í Klaksvík tann 13. apríl.

Hjá monnunum er fyrsti finaludysturin millum VÍF og H71 í Vestmanna tann 9. apríl, og síðani møtast liðini aftur í Hoyvík tann 11. apríl. Verður her neyðugt við einum triðja dysti, verður hann í Vestmanna tann 13. apríl.

Mannagongdin er annars tann, at í fyrsta lagi verða tvær finalur spældar. Stendur á jøvnum í stigum millum liðini, verður eisini ein triðja finala spæld. Endar onnur av teimum báðum fyrru finalunum við javnleiki, verður ein triðja finala ikki spæld.