Seinasta hond leggjast á fyrireikingarnar

Venjingin á FK Partizan leikvøllinum í Beograd í kvøld verður helst størsta ábendingin um, hvør byrjar inni í morgin á føroyska landsliðnum. Tað er framvegis sera heitt í veðrinum, men tað er møguleiki fyri væl minni hita í annaðkvøld.

 

Tað eru áleið 27 tímar til føroyska landsliðið ferð undir seinasta dystin í hesi EM undankappingini. Hetta er sostatt seinasti møguleikin hjá føroyska landsliðnum at leggja stig afturat teimum fýra sum vit hava vunnið okkum.

 

Um tveir tímar, klokkan 19:30 lokala tíð, venur føroyska landsliðið á FK Partizan leikvøllinum í Beograd. Tað er sami leikvøllur, ið er karmur um dystin í annaðkvøld, umframt leggur gras til heimadystirnar hjá stóra serbiska liðnum, FK Partizan.

 

Ein tvungin broyting

 

Brian Kerr er tvungin at gera eina broyting á liðnum, sum stóð fyri bragdinum fríggjakvøldið móti Italia á Tórsvølli. Súni Olsen er ikki við á ferðini og tí skal nýggjur maður í hansara stað. Tað er tó sannlíkt, at talan verður ein ella tvær broytingar afturat. Tað fer venjingin í kvøld helst at geva eina greiða ábending um.

 

Tað er eisini ein spurningur um Rene Tórgarð stendur í málinum, ella um Jákup Mikkelsen verður klárur. Tað tykist greitt, at verður ÍF málverjin tøkur, so stendur hann í málinum.