15 januar um nónbil, dróg Meinhardt Højgaard andan fyri seinastu ferð her á fold, og eitt langt og ríkt mannalív var komið at enda. Í dag 23 oktober hevði hann fylt 81 ár og er tað ikki øllum givið, at fáa eitt so langt arbeiðslív við góðari heilsu og kunna vera virkin heilt til tað seinasta.
Sum hjá flest øllum føroyingum tá, var leiðin hin sama. So skjótt ein hevði fingið prestsins hond á høvdið sum 14 ára gamal, varð farið til skips. Hann var av minstu dreingjum, men evnini og hugurin vóru góð og væl beit á, so tey árini hann var til skips í sjálvdrátti, var hann altíð millum teir bestu at fiska.
Tá pápi hevði verið til skips nøkur ár, fór hann á sjómanskúla. Har tók hann skiparaprógv, men hóast næstbestur av næmingunum, bleiv tað at verða skipari ikki lívsverk hansara, men sigldi hann mest sum bestimaður og flaggskipari.
Hann giftist við Jenny Poulsen Inni í Bø á Strondum og fingu tey fýra børn, Jóhan Pauli (Palli) Kári, Sólfríða og Mary-Jana.
Tá týskir trolarar sum royndu í Grønlandi fóru at fáa sær manning úr Føroyum, fór Meinhardt við, og virkaði hann sum formaður fyri føroyingunum í trettan ár. Honum dámdi sera væl við týskarunum og dugdi málið flótandi.
Eftir at hava verið ein stóran part av lívsskeiðnum á sjónum, legðist pápi upp á land, har hann m. a. arbeiddi hjá Danberg og Sørensen. Eisini arbeiddi hann nøkur ár sum arbeiðsformaður á Lynfrost.
Tá lýst var eftir einum tollara í Eysturoyarøkinum, søkti hann og fekk starvið. Hetta arbeiði gekk hann uppí við lív og sál, og havi eg lati mær fortalt, at hann hevði stóra virðing millum manna, tí hann í verki sínum var heiðurligur og reiðiligur; og hóast sítt lætta og glaða lyndi, so var hann avgjørdur og vísti myndugleika tá hetta kravdist. Starvið sum tollari røkti hann, til hann varð var 70 og mátti frá fyri aldur.
Tá hann var givin at arbeiða segði pápi ofta í skemti, at hann hevði so nógv at taka hondina í, at hann ikki skilti, hvussu hann nakrantíð hevði havt tíð at fara til arbeiðis.
Í nógv ár læs hann málarar av og í desember seinasta ár, gekk hann túrin fyri seinastu ferð inn í hvørt hús. Hann visti hvar hvør einstakur málari var og hann kendi alt tað tilkomna fólki í býnum.
Hesi seinastu árini var hann ein føst bygdarmynd, har hann vanliga tvær ferðir dagliga, gekk ein túr út í Saltnes við hundinum. Sjálvt um ferðin var nógv, gav hann sær stundir at støðga á, heilsa og práta við fólk, hann møtti á vegnum. Regluliga gekk hann niðri á havnalagnum og frøddist um tað stóru skipaferðsluna og tað nógva virksemi har var. Eisini sá hann í spenningi fram ímóti, at nýggja atløgusíðan undir posthúsinum skuldi verða tikin í nýtslu, men tað upplivdi hann ikki.
Nú er tíðin hjá hesum lættsinta, arbeiðssama og fryntliga manni farin. Hann gjørdi ikki nógv hóvasták av sær sjálvum, men var í orði og verki ein góð fyrimynd. Hann vitnaði ikki nógv í orðum, men lívið og ikki minst seinastu dagarnir hann livdi prógvaðu, at hann hevði sett álit sítt á Kristus, og í hesi livandi vón, sovnaði hann róliga inn í tað ævigu hvíldina.
Lat akker falla! Eg náddi havn,
Farvæl, tú ótrygga bylgja!
Eg leggi meg í hans kærleiksfavn,
Sum trúgvur mær vildi fylgja.
Hoyr, kendar røddir meg blíðar kalla,
Nú stilt mítt akker man niður falla
Í tryggu, sælu hvíldarhavn!
Við hesum fáu orðunum fari eg at takka fyri alt og lýsa Harrans frið yvir minnið um faðir okkara Meinhardt Højgaard.
Kári P.