Seinasta heilsan til Klæmint Olsen

Tollaksmessudag var ein fullsett Vesturkirkja karmur um jarðarferðina hjá Klæminti Olsen.

At so stór mannfjøld savnast at vísa samkenslu og siga tí farna sítt seinasta farvæl ein vanligan arbeiðsdag beint áðrenn jólahalguna sýnir greitt, at Klæmint var ein kendur og avhildin maður, ið hevði stóra virðing millum manna.

Tá slíkar lagnuløtur sum hendan møta einum á lívsleiðini, tykjast orð til tykkum ið varða av so fátæk. Hvat skal ein siga og hvussu skulu orðini berast fram?

Sonja Klein prestur hevði eina troystandi og sigandi talu, har hon tók støði til tekstin í jólaevangeliinum. Vísti á at tann ið stóð undir børu hevði havt eitt gott, virki og innihaldsríkt lív, hóast stutta arbeiðsdag sín. Hann hevði eina viðfødda virðing fyri menniskjum, var hjálpsamur og hevði umsorgan fyri konu og døtrum. Prestur vísti somuleiðis á, at tað stendur 365 ferðir í skriftini t.v.s. eina fer til hvønn dag í árinum: "Óttist ikki".

Tá genturnar eftir taluna sungu vakra sangin: Tíðin rennur sum streymur í á; rann orðatakið mær í huga. "Ongin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldi gistir". Lívslagna okkara er, í eitt styttri ella longri tíðarskeið, at virka her á fold, men tá deyðin bankar á dyrnar, kemur hetta mangan óvart, serstakliga tá tað sum í hesum føri er ein lívsfrískur persónur í bestu árum, við góðari heilsu.

Vit vóru javnaldrar og komu at kennast í kommunalpolitiskum høpi, har vit sótu í SEV-umboðsnevndini. Seinastu árini hava vit eisini havt høvi at samstarva landspolitiskt, har Klæmint var virkin í Starvsnevnd Sjálvstýrisfloksins. Hann var góður í ráðum, trúgvur at møta til fundar og var altíð klárur at taka eitt tak fyri flokkin, tá boð vóru eftir honum.

Deyðin kemur ongantíð einsamallur, hann hevur sínar trúgvu fylgisneytar sorgina og saknin við sær. Mátti Hann í øllum valdar givið tær Ragnhild, døtrum og avvarandi, styrki til at koma gjøgnum teir tungu dagar, ið liggja fyri framman.

Klæmint, tøkk fyri alt, hvíl í friði.


Kári P. Højgaard