Leiðslan í TV6 hevur ligið í stríði við dómsvaldið í langa tíð, og eftir booðum frá dómsvaldinum er støðin nú stongd. Tað hendi gjáranáttina, tá el-veitingin til sjónvarpshúsið varð slitin.
Ein minnilutaeigari í felagnum, sum eigur TV6, hevur kravt felagið á húsagang, og leiðslan í sjónvarpinum sigur, at hann rennur ørindi fyri politisku leiðsluna í Kreml.
Stjórin í TV6, Jevgenij Kiseljov, segði í gjár, at myndugleikarnir høvdu kvett el-veitingina mitt á nátt, og at telefon- og internetsambandið hjá støðini eisini varð kvett. Stutt frammanundan hevði leiðslan fingið at vita, at myndugleikarnir høvdu tikið sendiloyvið hjá TV6 aftur.
Ein av teimum størstu eigarunum í TV6 er Boris Berezovskij, sum fleiri ferðir hevur funnist hvassliga at politikkinum hjá Vladirmir Putin, forseta. Sambært leiðsluni í TV6 eydnaðist tað myndugleikunum at fáa oljufelagið LUK-oil, sum eigur at lítlan part av partapeninginum í sjónvarpinum, at fáa TV6 viðgjørt sum trotabúgv. Mannagongdin hevur fingið eygleiðarar at halda, at avgerðin hjá rættinum at steðga sjónvarpinum var bíløgd úr Kreml, og málið verður mett sum eitt ógvuliga grovt álop á pressufrælsið.