Um NSÍ knógvar HB í hálvfinalunum í kappingini um løgmanssteypið verður talan um eina søguliga steypafinalu.
NSÍ hevur hvørki møtt B36 ella Víkingi í finaluni um løgmanssteypið áður.
NSÍ hevur tó í gomlum døgum leikt steypafinalur ímóti báðum liðunum, sum eru upphavið til Víking. Í 1986 vann NSÍ 2-1 á LÍF í steypafinaluni, sum varð leikt á ovara vølli í Gundadali. Árið fyri, í 1985 tapti NSÍ 2-4 til GÍ í steypafinaluni.
NSÍ hevur á fýra sinnum møtt HB í sjálvari steypafinaluni. Í 1980 tapti NSÍ, sum tá spældi í næstbestu deildini 1-2 ímóti HB í finaluni. Í 1988 møttust liðini aftur í tí seinastu finaluni um gomlu Ísafjarðasúluna. HB vann finaluna 1-0, og setti ta triðju ísafjarðasúluna inn í steypaskápið. Í 2002 møttust liðini í finaluni um løgmanssteypið í dýrdarveðri á Tórsvølli. Finalan, sum varð leikt ólavsøkudag endaði 2-1 til NSÍ. Tvey ár seinni fekk HB tó hevnd. Í finaluni á Tórsvølli, á ólavsøku í 2004 vann HB 3-1 á NSÍ.
Víkingur og B36 hava ongantíð spælt steypafinalu. Tó spældu B36 og GÍ steypafinalu á ólavsøku í 2003. Tá vann B36 3-1.
Megnar B36 at knógva Víkingi í hálvfinaluni, og megnar HB at knógva NSÍ í hálvfinaluni, so verður talan um fyrstu steypafinaluna millum bæði havnarliðini í 24 ár.
Í 1991 vann B36 1-0 á HB í finaluni um løgmanssteypið. Í gomlum døgum møttust HB og B36 rættiliga ofta í steypafinaluni. Í 1959 vann HB 1-0 á B36 í steypafinaluni. Í 1963 møttust liðini aftur í steypafinaluni, og tá vann HB heili 7-1. Í 1964 varð talan um tvær spennandi uppgerðir. Fyrstu ferð liðini leiktu endaði steypafinalan við javnleiki 3-3. Nakrar dagar seinni var umdystur, sum HB vann tepurt 4-3. Í 1965 fekk B36 loksins hevnd fyri undanfarnu steypasigrarnar, tá teir vunnu 3-2 á HB í steypafinaluni. Liðini møttust aftur í steypafinalunum í 1968, og í 1969. Ì 1968 vann HB 2-1, og í 1969 vann HB 2-0.
Liðini møttust aftur í steypafinaluni í 1972, tá HB vann heili 6-1. Síðani gingu 19 ár, áðrenn liðini møttust aftur í steypafinaluni í 1991, tá B36 vann 1-0.
Møtast Víkingur og HB í finaluni, verður talan um somu lið, sum møttust í finaluni í fjør.