Seinasta gudstænastan hjá Fonsdal

Tá kirkjuklokkurnar ringdu til gudstænastu í Dómkirkjuni seinasta sunnudag, var tað samstundis seinastu ferð at hjálparpresturin, Jóannes Fonsdal prædikaði har á hesum sinni.

Væl av fólki var til gudstænastuna, teirra millum fleiri í familjuni hjá Jóannesi,
Eftir sjálva prædikuna takkaði hann á prædikastólinum fyri ta tíðina, hann hevði havt, síðani hann varð settur í hetta starvið í fjør.
- Eg og familjan hava verið glað fyri tíðina her. Og tað er tí við sorgblídni at vit nú fara higani, segði prestur.
Starvið er síðani vorðið niðurlagt, og tí var neyðugt hjá honum at finna sær annað starv.
Tað eydnaðist honum rættiliga skjótt at fáa eitt annað prestastarv: Frá 1. september er hann nevniliga settur í starv sum prestur við Emdrup Kirke í Keypmannahavn. Í næstum flyta hann og familja hansara tískil aftur til Danmarkar.
Í samband við gudstænastuna henda dagin vórðu tvey børn borin til dópin, harav Jóannes Fonsdal sjálvur slapp at doypa sín yngsta son, Samuel Fonsdal.
Undir gudstænastuni hevði ein annar prestur við somu kirkju, Sverri Steinhólm eina takkarkvøðu til Jóannes. Og síðani varð boðið til kirkjukaffi á loftinum.