Í morgin er seinasta freist at stilla upp til kommunuvalið, sum verður týsdagin 10. november.
Sambært kommunuvallógini grein 6, stk 2, so skulu valevnislistarnir vera valnevndarformanninum ella kommununi í hendi í seinasta lagi klokkan 18 tríggjar vikur undan valdegnum. Og tað er í morgin 20. oktober klokkan 18.
Aðrar freistir í sambandi við kommunuvalið:
27. oktober:
Kommunustýrið kann gera av, at valkort verða send út til veljararnar. Tey skulu innihalda upplýsingar um navn og bústað veljarans og talnummar hansara á vallistanum, og tey skulu verða útsend í seinasta lagi 2 vikur framman undan valinum.
27. oktober:
Valrætt og valbæri til kommunuval hevur hvør tann, sum a) hevur fylt 18 ár og annars lýkur hinar treytirnar fyri valrætti og valbæri til løgtingið, b) er tilmeldaður fólkayvirlitið í avvarðandi kommunu í seinasta lagi 2 vikur áðrenn tann dagin, valið fer fram, og c) sum valdagin framvegis er búsitandi í kommununi.
Hóast ásetingina í a), hava ríkisborgarar úr øðrum londum valrætt og valbæri til kommunuval, um so er, at teir hava havt fastan bústað í Føroyum seinastu 3 árini undan valinum.
29. oktober:
Er ein persónur uppstillaður á fleiri listum, skal valnevndin siga honum frá hesum. Hann kann tá skrivliga siga valnevndini frá, um hann bert vil standa á einum lista og hvørjum. Valnevndin skal hava gjørt honum tað kunnugt seinast 12. dagin undan valinum, og skal hann hava svarað valnevndini seinast 11. dagin undan valinum, so stillararnir á hinum listunum, sum viðkomandi stóð á, kunnu fáa høvi til innan 24 tímar at seta annað valevni í hansara stað.
##med2##
30. oktober:
Seinasta freist hjá teimum, ið eru uppstillaði á fleiri listum at svara valnevndini, so stillararnir á hinum listunum, sum viðkomandi stóð á, kunnu fáa høvi til innan 24 tímar at seta annað valevni í hansara stað.
3. november:
Í seinasta lagi eina viku framman undan valinum almannakunnger valnevndin stað og klokkutíð fyri valið. Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 10.00 fyrrapart og heldur fram til kl. 20.00, ella so leingi veljarar møta uttan steðg
3. november:
Kæra um, at onkur av órøttum er komin á listan, ella onkur rættkomin ikki er tikin við, skal í seinasta lagi 1 viku fyri valdagin vera send bygda(r)ráðnum/býráðnum, sum kannar og tekur endaliga avgerð í málinum.
3. november:
Sjófólk og onnur, sum ikki halda seg verða heima valdagin, og veljarar, sum eru staddir uttanlands, kunnu útfylla atkvøðuseðilin í fyrsta lagi 4 mánaðar áðrenn valdagin. Í øðrum førum skal atkvøðuseðilin vera útfyltur í fyrsta lagi 1 viku áðrenn valdagin.
9. november:
Seinasta freist at atkvøða við brævi.
Atkvøðuseðilin skal vera komin fram til valstaðin, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar.
10. november:
Atkvøðuseðilin skal vera komin fram til valstaðin, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar.
10. noevmber:
Regluligt val fer fram annan týsdag í november, og valskeiðið gongur frá 1. januar árið eftir.
Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 10.00 fyrrapart og heldur fram til kl. 20.00, ella so leingi veljarar møta uttan steðg
10. noevmber:
So skjótt sum atkvøðugreiðslan er av, (t.e. kl. 20 ella seinni) fer atkvøðuteljingin fram. Hon er almenn.