Freistin at viðmerkja bústaðarpolitikkin fyri Tórshavnar kommunu er í morgin 10. apríl. Tað skrivar heimasíðan hjá kommununi, torshavn.fo í dag. Í samband við, at kommunan er farin at tilevna ein bústaðarpolitikk, er eitt upplegg til kjak lagt út á heimasíðuna, sum borgarar kunnu siga sína hugsan um.
- Tórshavnar kommuna vónar, at øll vilja taka lut í orðaskiftinum og koma við viðmerkingum til politikkin, gera hann betri og tryggja, at hann kann brúkast í veruleikanum, soleiðis at bústaðarbyggingin gerst meiri ølbroytt. Tískil verður bústaðarpolitikkurin nú lagdur út til almenna hoyring, skriva Annika Olsen og Marin Katrina Frýdal í faldaranum. Les allan faldaran við at trýsta her
Ein kassi stendur í Snarskivuni, har til ber at stinga viðmerkingarnar í. Og annars ber eisini til at viðmerkja á netinum










