Seinasta freist at søkja jólahjálp

Í dag er seinasta freist at søkja um jólahjálp. Nógvar fíggjarliga sperdar familjur hava aftur í ár søkt um jólahjálp og á miðnátt í gjárkvøldið høvdu 350 familjur søkt um at fáa eina hjálpandi hond frá Í menniskjum góður tokki.

Nógv trýst var á telefonina í gjárkvøldið, og tað vóru rættiliga nógv, sum ikki komu ígjøgnum, men hesi hava møguleika at ringja aftur í kvøld á tlf: 220000 millum 19.00-22.00, sigur Annlis Bjarkhamar, fyrireikari.

Í menniskjum góður tokki heitir á tey, sum hava atgongd til teldu og internet um at søkja umvegis heimasíðina www.takk.fo ella printa umsóknarblaðið út av heimasíðini og senda tað við postinum til Í menniskjur góður tokki, Dalatún 15, 100 Tórshavn.

Freistin fyri umsóknir, sum verða sendar við postinum, er mánadagin 3.desember.