Kommunurnar hava fram til 1. juli at svara Almannamálaráðnum viðvíkjandi útleggingini av eldraøkinum.
1. januar 2015 skal eldraøkið leggjast út til kommunurnar at umsita.
Talan verður um átta økir, sum skulu samstarva um eldraøkið, og freistin hjá kommununum at gera viðmrkingar til uppleggið frá almannamálaráðnum, er úti 1. juli, ella komandi týsdag.
- Tað eru komnar fleiri viðmerkingar frá nógvum kommunum, og tær eru gjøgnumgangandi positivar, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálaráðum.
- Svarini hjá kommununum, sum higartil eru komin, eru sjálvani ikki gjøgnumgingin nágreiniliga, og enn vanta nakrar kommunur at koma við sínum viðmerkingum, men eg haldi, at tað sær positivt út, sigur Annika Olsen.