Eitt kapittul endar í søguni hjá Atlantsflog. Síðani byrjan í 1988 hevur Atlantsflog nýtt British Aerospace flogfør, og er tað kanska hesi flogførini, flestu okkara síggja fyri okkum, tá vit hugsa um túrar okkara við Atlantsflog.
Men nýggjar tíðir eru og ein nýggj strategi á Atlantsflog. Seinasta British Areospace flogfari fer av landinum í kvøld, fyri seinastu ferð. Tørvur er ikki longur á hesum flogfarinum og Atlantsflog hevur tí leigað tað út í fyrstu atløgu.
Les eisini Laga flotan til strategiina