Seinasta ferðin um Norðsjógvin stóran áhuga

Tað hevur verið gravgangur eftir ferðaseðlum, síðani DFDS kunngjørdi, at siglingin til Onglands steðgar.

Tað kom eftir øllum at døma óvart á nógvar danir, tá skipafelagið DFDS fyri stuttum kunngjørdi, at felagið gevst við siglingini millum Esbjerg og Harwich í Onglandi.

 

Síðani fráboðanina hevur felagið fingið so nógvar bíleggingar sum ongantíð fyrr. Kevin Helsinghof á skrivstovuni hjá DFDS sigur við fjølmiðlarnar, at sølan er millum tvær og tríggjar ferðir størri enn vanligt.

 

Hann ivast ikki í, at tað er sorgblídni, sum fær summi at bíleggja sær ferðaseðil, tí talan er veruliga um eina søguliga rutu, sum nú fer í søguna.

 

DFDS hevur søkt rutusigling millum Esbjerg og Harwich síðani 1875. Tann seinasta ferðin verður tann 29. september.