Seinasta ferðin til Boston

Innirógvarar verða ikki sendir til Boston framyvir, sigur Jan Herman Hansen

C.R.A.S.H. – B heims­meist­ara­kappingini í inniróðri verður skotin í gongd í dag. Í tí sambandi hevur Róðrar­samband Føroya úttikið fimm innirógvarar, sum skulu rógva í Boston. Sætti før­oyski luttakarin hevur sjálvur fíggjað ferðina yvir um hav. Men hetta er sein­asta ferðin til Boston, sigur formaðurin í RSF, Jan Herman Hansen.
– Vit senda ikki fleiri inni­rógvarar til heims­meistara­kappingina í Boston. Undirtøkan er alt ov lítil, sigur Jan Herman Hansen.
Einans fimm inni­rógv­arar meldaðu seg til úttøku­kappingina, sum varð hildin 11.januar. Allir fimm kláraðu kravtíðirnar, sum var ein topp 25 plasering eftir úrslitunum frá heims­meistarakappingini í Boston í fjør. Tað er ikki nøkt­andi, metir nevndar­limur í RSF, Martin Simonsen.
– Vit valdu hetta átakið fyri at kveikja áhugan fyri inni­róðri. Mann kann avgjørt staðfesta, at Boston ikki hevur verið tann gularótin fyri føroysk kapp­róðrar­fólk, sum vit høvdu vónað, sigur Martin Simonsen.

Kjak um ferðaútreiðslur
Sambært facebook-síðuni fyri kappróðraráhugað í Før­oyum, hevur nógv kjak verið seinastu tíðina um ferða­kostnaðin til Boston. Atfinningar hava verið um, hvørt RSF heldur skuldi nýtt peningin til at stimbra heimligu kapp­ingina. Millum annað er eitt uppskot á facebook-síðuni at veita skúla­verk­inum fíggjarligan stuðul, so kappróður kann gerast ein partur av ítróttar­breyt­unum, eins og hondbóltur er vorðin.
Sambært ársfrásøgnini hjá RSF fyri 2012, nýtti ser­sambandið 52.433 krónur í 2011 til ferðing uttanlands og 91.388 krónur í 2012. Jan Herman Hansen vísir á, at kostanðurin fyri Boston ferðirnar hevur verið sera skiftandi, síðan RSF í 2011 sendi fyrstu inni­rógv­ar­arnar yvir um hav. Miðal­upp­hæddin fyri øll árini hevur ligið beint undir 70.000 krónur. Tá eru stuðl­ar til endamálið eisini íroknaðir. Hesar upphæddir er Jan Herman Hansen nøgd­ur við. Hann heldur, at tað er umráðandi, at pen­ingur verður settur av til slíkar kappingar.
– Yvir 300.000 krónur verða árliga nýttar til at reka heimligu kappingina. Tað er eisini umráðandi, at rógv­arar kappast eftir Ólavsøku. C.R.A.S.H. – B heims­meistarakappingin í Boston var ein møguleiki at halda kappróðrinum uppi um veturin, sigur Jan Herman Hansen. Hann vísur harvið øllum atfinn­ing­um aftur um, at RSF raðfestir fíggjarligu orkuna skeivt.
Hann leggur sam­tundis afturat, at RSF fram­yvir fer at arbeiða mót­vegis ein­ari luttøku í heims­meistara­kappingini í Coastal Rowing. RSF keypti nevniliga ein sokallaðan »Coastal Rowing bát« í fjør. Hesin skal nýtast til altjóða kappingar. Gongst eftir ætlan, verður nýggi báturin longu tikin í nýtslu til HM í Dan­mark, sum verður hildið seinni í ár.

- - -

Innirógvararnir hava staðið seg væl í Boston

Við plasering­um millum 5 og 35 hava føroysku innirógvarnir staðið seg væl. Síðsta takið er tikið, og allir seks innirógvarnir eru komnir á mál til C.R.A.S.H – B heimsmeistarakappingina í inniróðri í Boston.

Úrslitini hjá føroysku innirógvarunum gjørdustt hesi:

Hjalmar Joensen
gjørdist nr. 13 av 35 við tíðini 06:56.8

Toni Dam
gjørdist nr. 10 av 72 við tíðini 06:30.8

Jens Kristian Dam
gjørdist nr. 5 av 9 við tíðini 06:45.9

Búgvi Poulsen
gjørdist nr. 5 av 17 við tíðini 06:39.9

Dánjal Martin Hofgaard
gjørdist nr. 9 av 77 við tíðini 06:20.9

Annetta Cecilia Eidesgaard
gjørdist nr. 35 av 151 við tíðini 07:16.0