Annan jóladag, klokkan 14, fara føroyingar í Keypmannahavn fyri seinastu ferð til guðstænastu í Samuelskirkjuni, sum hevur verið karmur um føroyskt guðstænastulív í 42 ár.
Guðstænastan verður send á DR P1 sama dag kl. 16,03, sigur Bergur Jacobsen, prestur.
Umframt føroysku guðstænasturnar, eru fleiri hundrað børn doypt í kirkjuni, ein stór fjøld av brúðarpørum eru vígd
ein hópur av føroyingum eru jarðaðir úr kirkjuni.
Mong minnast eisini tær væl vitjaðu kvøldseturnar, tá einasta staðið í Keypmannahavn, sum hevði føroyskan døgurðamat, var kryptin í Samuelskirkjuni.
Eisini 2. jóladag verður hugnaløta í kryptini aftaná guðstænastuna, har Virgar Dalsgard fer at hugleiða um tey seinastu 42 árðini í Samuelskirkjuni.
Undir sjálvari guðstænastuni verður høvi til at geva eina gávu til arbeiðið millum føroyingar í Keypmannahavn, sigur prestur.
Tey 97 árini skipað hevur verið fyri regluligum føroyskum guðstænastum í Keypmannahavnarøkinum, hevur kirkjuliðið haft til húsa ymsastaðnis.
Men, frá 1. januar 2013 heldur Føroyska Kirkjuliðið, eisini nevnt Sankt Ólavs Føroyska Kirkjulið, til í Hans Egede Kirkju í Vardegade 14 á Eysturbrúgv, sigur Bergur Jacobsen.
Fyrsta guðstænastan har verður trettanda sunnudag, 6. januar klokkan 14, tá ið danska meinigheitin í Hans Egede eisini ferð at bjóða føroyingunum vælkomnum í sóknið og kirkjuna.
Aftaná guðstænastuna verður samkoma í meinigheitshølunum, har øll eru hjartaliga vælkomin.










