Seinasta dribblingin hjá Iniesta í Barcelona

Í kvøld spælir Andrés Iniesta fyri seinastu ferð fyri FC Barcelona

Í gjár takkaði Gianluigi Buffon fyri seg í Juventus. Í kvøld takka ein annar væl lýddur spælari fyri seg í sínum felagi. Talan er um 34 ára gamla Andrés Iniesta, sum spælir sín seinasta dyst fyri barndómsfelagið, FC Barcelona.

 

Andrés Iniesta er ein hetja í mest sum øllum Spania, eftir at hann skoraði avgerandi málið í HM finaluni í 2010, sum tryggjaði Spania fyrsta, og higartil einasta HM steypið. Hann er óvanliga væl lýddur, eisini av áskoðarunum hjá hinum feløgunum.

 

Hann verður javnan klappaður av vøllinum, tá hann verður skiftur út. Millum annað av grannunum úr Espanyol, tí hann eftir málið í HM finaluni sendi eina heilsu til vinmannin og liðskiparan hjá Espanyol, Daniel Jarque, sum brádliga doyði í 2009.

 

Í kvøld dribblar hann fyri seinastu ferð í bláu og reyðu troyggjuni hjá FC Barcelona. Eyðkenni hevur verið styrkin á bóltinum, løttu dribblingarnar og eginleikin at spæla í lítlum økjum, hóast nógvir mótstøðuspælarar hava verið eftir honum. 

 

FC Barcelona er longur vinnari av La Liga, undan dystinum móti Real Sociedad í kvøld. Helst verður dysturin nógv merktur av, at Andrés Iniesta takkar fyri seg í felagnum. Hann hevur spælt 647 dystir fyri felagið síðani hann kom á vøllin á fyrsta sinni í 2002. Hann hevur millum annað vunnið fýra Champions League steyp og níggju La Liga gull.