Seinasta álopið var gjøgnumhugsað

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr Teis Horn Rasmussen seta orð á sigurin hjá Neistanum á VÍF í kvøld

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við Teis Horn Rasmussen hjá Neistanum, sum saman við stórskjúttanum Róa Berg Hansen var tann mest eyðsýndi spælarin hjá Neistanum, tá neistamenn vunnu 23-22 á VÍF norðuri í Vestmanna. Talan var um dyst í undanbólki 2 í Coca Cola steypakappingini.

 

Hoyr Teis seta orð á hvat hendi ta seinastu løtuna, tá hann og liðfelagarnir stjólu sigurin í seinasta sekundinum av dystinum. Teis heldur, at teir dugdu væl at disponera yvir tey 15 seinastu sekundini. Talan var um eitt sera gjøgnumhugsað álop hjá Neistanum. 

 

Teis heldur, at Neistin hevur tað, sum skal til fyri at standa seg á tí stóra pallinum, og hann trýr uppá, at Neistin kann vinna seg í steypafinaluna.